FM1: Hevur verið DJ til landsdystir á Tórsvølli farnu sjey árini

(FM1) Hoyr samrøðuna Petur Asbjørn Lervig gjørdi við Knút Háberg Eysturstein á Tórsvølli fyri løtu síðani

Mynd: Bjarni Joensen

Mynd: Bjarni Joensen

##med2##

 

Hann hevur verið fastur fúsur DJ, ella plátuvendari sum vit søgdu í hinari øldini, Knút Háberg Eysturstein.

 

Hansara fyrsti dystur sum DJ á Tórsvølli var til tann minniliga 2-1 heimasigurin á Grikkalandi 13. juni í 2015.

 

Knút sigur, at tann upplivingin veruliga tendraði hansara áhuga fyri landsliðsfótbólti, og hann hevur fylgt landsliðnum tætt síðani.

 

Knút sum er úr Leirvík fylgir eisini væl við hvussu tað gongur hjá Víkingi.

 

Knút sigur, at hann leggur stóran dent á at spæla landsliðssangir og sangir, ið hóska til ljóðrammuna sum skal vera kring Tórsvøll undan einum landsdysti. 

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna reportarin hjá FM1, Petur Asbjørn Lervig gjørdi við Knút Háberg Eysturstein á Tórsvølli fyri løtu síðani. 

 

Mynd: Bjarni Joensen

Mynd: Bjarni Joensen

Samrøða við Knút Háberg Eysturstein

Samrøða við Knút Háberg Eysturstein