FM1: Hesar eru broytingarnar í fótbóltslógini

Fótbóltspanelið: Gestir eru Petur Reinert og Leivur Frederiksen

Í Fótbóltspanelinum í dag, sum er á FM1 hvønn fríggjadag millum klokkan 16 og 17, verður hugt nærri at broytingunum í fótbóltslógini, VAR og Premier League.

Petur Reinert, fyrrverandi altjóða dómari, kemur at greiða frá broytingunum í fótbóltslógini, sum nú koma í gildi í føroyskum fótbólti. Niðast í greinini eru nakrar av broytingunum.

##med2## 

Eisini verður fyrrverandi ítróttarredaktørurin í Kringvarpinum, Leivur Frederiksen, gestur í Fótbóltspanlinum. Her verður eisini tosað um VAR, tað er dómarahjálp við video. Aftur í hesi vikuni vóru dømir, sum hava fingið øði í fótbóltshyggjaran og ikki minst spælarar og venjarar hjá Leicester City.

 ##med3##

Gestirnir halda við Manchester United og Liverpool, so kjakið kemur eisini at snúgva seg um støðuna hjá teimum feløgunum. Liverpool hevur valt FA Cup frá og tað hevur ført til nógvan kritikk, men kritikkurin í lagi? Støðan hjá Manchester United er ring uttanfyri vøllin, men er Bruno Fernandes svarið upp á trupulleikarnar á vøllinum?

Lurtararnir eru vælkomnir við spurningum og viðmerkingum á 559999.

Broytingar í fótbóltslógini:

•                    Málsparkið

Bólturin er í spæl, tá hann er sparkaður og týðiliga flytir seg! Tað er ikki longeur neyðugt at spæla hann út úr brotssparksteiginum. Mótspælarar skulu verða uttanfyri brotssparksteigin, inntil bólturin er í spæli.

(Tað er ikki loyvt hjá eitt nú málmanninum at lyfta málsparkið upp til ein viðspælara, sum skallar bóltin aftur til málmannin, so hann kann taka hann í hondina).

•                    Múrurin

Um verjandi liðið hevur tríggjar ella fleiri spælarar í múrinum, hevur áleypandi liðið ikki loyvi at seta spælarar í múrin. Hesir skulu vera í minsta lagi ein metur frá múrinum, inntil bólturin er í spæli.

•                    Uppkast

Tá spælið verður tikið upp aftur við einum uppkasti, skal uppkastið gevast til tað liðið, sum seinast hevði bóltin. Allir mótspælarar skulu vera í minsta lagi fýra metrar vekk frá uppkastinum. Um bólturin var í 16-metrinum, tá spælið varð steðgaður, skal málmaðurin “fáa” uppkasti.

•                    “Hondbóltur”

Um bólturin kemur í hondina á einum spælara, og eitt mál ella málmøguleiki kemur burturúr hesum, skal beinleiðis fríspark dømast. Tá er líkamikið, um hetta er tilvitað ella ikki, um hondin var “uppá pláss”, um bólturin varð sparkaðu í hondina og so framvegis.

•                    Útskifting

Tá útskifting verður framd, skal spælarin, sum verður útskiftur, fara stytsta veg av vøllinum!