FM1: Heimasigur og 10 stig higartil hjá EB/Streymi

(FM1) Hoyr samrøðu við høvuðsvenjararnar hjá EB/Streymi og AB um 1-0 sigurin hjá EB/Streymi við Margáir í dag

##med2##

 

Tað byrjar at síggja gott út hjá EB/Streymi. Aftaná 1-0 heimasigurin á AB við Margáir í Streymnesi í dag er tað bert ein verri málmunur, ið skilir EB/Streymi frá fjórða plássinum í Betrideildini. EB/Streymur hevur 10 stig, sama stigatal sum B36 hevur á fjórða plássinum.

 

EB/Streymur – AB 1-0 (0-0)

 

1-0: Gutti Dahl-Olsen 83.

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðurnar sum vóru í sendingini "Triði Hálvleikur" á FM1 við høvuðsvenjararnar, Jákup Martin Joensen hjá EB/Streymi og Sámal Erik "Bagga" Hentze.

 

Jákup Martin fer ikki upp at flákra hóast tað í løtuni sær gott út hjá EB/Streymi, men hann er sera fegin um kærkomna sigurin liðið fekk í dag.

 

Aftur hesaferð misti AB móti endanum tað sum kundi givið eitt stig, og tað iðrar Bagga.