##med2##
Eitt døgn fyri venjingarlandsdystin móti Kekkia hevur landsliðsvenjarin, Håkan Ericson, avdúkað at minst ein spælari, sum er við fyri fyrstu ferð, byrjar inni í morgin.
- Eftir sum at tað er ein venjingarlandsdystur, so kann eg avdúka eitt sindur meir enn vanligt. Eg kann siga at ein spælari, sum er við fyri fyrstu ferð, byrjar inni. Vit koma at spæla 4-5-1 og vit ætla at brúka allar seks útskiftingarnar, sigur Håkan Ericson.
Hann leggur afturat, at tað verður spælt fyri einum góðum úrsliti, men at tað verður ikki raðfest framum, at síggja allar spælararnar á vøllinum á hesi ferðini.
FM1 er við á ferðini og sigur frá báðum dystunum. Dysturin í morgin móti Kekkia byrjar klokkan 17. FM1 byrjar at senda eftir tíðindini klokkan 16.
##med3##