##med2##
Fýra mál er ikki nógv í hondbólti, men tey kunnu vera júst munurin tá teljast skal saman millum StÍF og H71 aftaná tvær Faxe Kondi hálvfinalur.
Leingi var javnt í fyrru hálvfinaluni millum liðini í høllini á Skála, og í steðginum var støðan eisini javnleikur 13-13. Í seinna hálvleiki lá betri fyri hjá H71, og teir vunnu at enda 26-22.
Returdysturin verður í Hoyvíkshøllini sunnudagin klokkan 18. FM1 sigur sjálvandi beinleiðis frá dystinum.
StÍF-H71 22-26 (13-13)
Toppskjúttar StÍF: Jóannes Prestá 5, Pætur Barclay 4, Bjarni í Selvindi 4 og Jógvan Joensen 4.
Toppskjúttar H71: Pætur Thomsen 8, Peter Krogh 5 og Rói Ellefsen á Skipagøtu 3.
Í Kollafirði vann Neistin 25-24 (14-13) á KÍF. Returdysturin verður í høllini á Hálsi í Havn sunnudagin klokkan 16. FM1 sigur sjálvandi beinleiðis frá dystinum.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Sjúrð H. Hoydal siga frá dystarendanum á Skála.
2) Hoyr samrøðuna Sjúrður gjørdi við málverjan hjá StÍF, Eli Gærdum sum heldur, at StÍF misti takið í seinna hálvleiki, og teir hava nakað at rætta uppá undan returdystinum í Hoyvík sunnudagin.
3) Hoyr samrøðuna Sjúrður gjørdi við toppskjúttan hjá H71, Pætur Thomsen sum viðgongur, at teir í H71 vóru tiknar á bóli av offensivu verjuni hjá StÍF í fyrra hálvleiki, men í seinna hálvleiki lá betur fyri og nú ætlar Pætur, at hann og liðfelagarnir skulu gera arbeiðið liðugt á heimavølli.