##med2##
Tað var eingin slingur í valsinum tá H71 og KÍF vunnu seg trygt og sannførandi í Faxe Kondi hálvfinalurnar úr bólki 1 í kvøld.
H71 vann við níggju málum á Team Klaksvík í Hoyvíkshøllini, og kollfirðingar vunnu við 12 málum á H71 2 í høllini í Kollafirði.
H71 vinnur bólk 1 við fullum stigatali, seks stigum og skal møta StÍF í hálvfinalunum. KÍF endaði á øðrum plássi við fýra stigum og skal møta Neistanum í hálvfinalunum. Team Klaksvík fekk tvey stig og H71 2 endaði aftast við ongum stigi.
H71-Team Klaksvík 34-25 (17-10)
Toppskjúttar H71: Peter Krogh 9, Niclas Hanusarson 5 og Pætur Johansen 5.
Toppskjúttar Team Klaksvík: Valentino Valentakovic 6, Sámal á Tjaldrafløtti 5 og Vuk Stevanovic 5.
KÍF-H71 2 36-24 (20-9)
Toppskjúttar: KÍF: Fríði Weyhe 9, Rúni Joensen 6 og Hans Eli Sigurbjørnsson 6.
Toppskjúttar: H71 2: Tórmóður Djurhuus 7, Eindri Frýdal 3, Hans Petur á Mýruni 3 og Mark Marcher 3.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðurnar reportarin hjá FM1, Sjúrður H. Hoydal gjørdi við tvímálsskjúttan hjá Team Klaksvík, Ludvík Súnason sum er vónbrotin av, at Team Klaksvík ikki kundi leggja størri trýst á Team Klaksvík. Sjúrður prátaði eisini við Rúna Vest Højgaard hjá H71, ið ongan iva letur vera um, at H71 ætlar sær aftur at vinna steypakappingina í ár.