FM1: Høvuðsvenjarin hjá NSÍ var ikki nøgdur við fyrsta tíman

(FM1) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Allan K. Jepsen, høvuðsvenjara hjá NSÍ. Hoyr eisini Teitur Joensen, viðmerkjara taka samanum HB-NSÍ 3-1

##med2##

Høvuðsvenjarin hjá NSÍ, Allan K. Jepsen helt fyri aftaná 1-3 stórsteypatapið fyri HB á Tórsvølli, at tað var fyrst aftaná ein tími var farin av dystinum, at mennirnir hjá honum veruliga vístu hvat teir stóðu fyri. Tá var støðan 3-1 til HB.

HB - NSÍ 3-1 (2-1)

0-1: Klæmint A. Olsen (26.)

1-1: Michal Przybylski (30.)

2-1: Hilmar Leon Jakobsen (32.)

3-1: Michal Przybylski (62.)

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

1) Hoyr samrøðuna reportarin hjá FM1, Tróndur Arge gjørdi við høvuðsvenjarin hjá NSÍ, Allan K. Jepsen sum ikki vil avdúka hvussu hann ætlar at takla HB í 1. umfarinum í Betrideildini, tá liðini møtast á ovara vølli í Gundadali í Havn. 

2) Hoyr viðmerkjaran hjá FM1, Teitur Joensen taka samanum tað sum hann staðfestir at vera ein fult uppibornan stórsteypasigur til HB. Teitur væntar, at HB og KÍ fara at mynda absolutta toppin í Betrideildini í ár. Hann heldur, at NSÍ hevur eitt gott lið, men teir eru bara ikki líka góðir sum HB. 

HER  ber til at hoyra Trónd Arge siga frá teimum fýra málunum. Hoyr eisini samrøðuna Tróndur gjørdi við høvuðsvenjaran hjá HB, Jonas Dal Andersen. 

(Samrøður: Allan K. Jepsen og Teitur Joensen)