##med2##
Skiftið hjá Gunnari Vatnhamar úr Víkingi í Sarpugerði til Víking Reykjavík kom grúiliga knappliga.
Tað var aftaná 1-1 javnleikin móti Moldova á útivølli, at Víkingur í Reykjavík setti seg í samband við Gunnar, og nú er Gunnar partur av hópinum hjá verandi íslendsku steypavinnarunum.
Gunnar sigur seg vera fegnan um politikkin hjá Víkingi at loyva leikarunum at fara uttanlands at royna seg tá høvið býðst.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna Árni Gregersen gjørdi við Gunnar Vatnhamar á FM1 ígjár.