FM1: Gott við javnleiki á einum minni góðum degi

(FM1) Liðskiparin tekur eisini til takkar við javnleikinum, men er heldur ikki nøgdur við leikliga avrikið

##med2##

Liðskiparin á landsliðnum, Hallur Hansson dugir eisini at fegnast um, at Føroyar á einum minni góðum leikligum degi fekk knógvað heim ein javnleik móti ein lettlendskum liði, ið vísir seg at vera sterkari enn tað liðið vit møttu í HM-undankappingini í 2016 og í 2017.

Føroyar - Lettland 1-1 (1-1)

0-1: Janis Ikaunieks 25.

1-1: Odmar Færø 28.

Men leikliga avrikið í stórum pørtum av dystinum smakkar liðskiparanum minni væl.

Nú fer hópurin á gistingarhúsið at eta pasta og eplir og gera alt fyri at kunna knógva Andorra á heimavølli týskvøldið klokkan 19.45, sigur Hallur Hansson.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna reportarin hjá FM1, Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Hall Hansson. 

HER  ber til at hoyra Trónd Arge siga frá málunum. Hoyr eisini samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við føroyska málskjúttan, Odmar Færø.

HER  ber til at hoyra samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við landsliðsvenjaran, Håkan Ericson.

##med3##

(Samrøða: Hallur Hansson aftaná 1-1 móti Lettlandi)