FM1: Glaður fyri sigurin men ikki so nógv annað

(FM1) Hoyr hvussu HB vann 3-0 á Skála, og hoyr ein heldur minni nøgdan høvuðsvenjara hjá HB, Jens Berthel Askou seta orð á sigurin

##med2##

HB er nú átta stig frammanfyri NSÍ og 10 stig frammanfyri KÍ. Tað sær sera gott út hjá HB í FM-stríðnum. Í dag var tað Skála, ið mátti leggja rygg til tap móti HB.

HB – Skála 3-0 (1-0)

1-0: Adrian Justinussen (24.)

2-0: Hilmar Leon Jakobsen (64.)

3-0: Øssur M. Dalbúð (86.)

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:

1) Hoyr frásøgumannnin hjá FM1, Tróndur Arge siga frá teimum trimum málunum hjá HB.

2) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við høvuðsvenjaran hjá HB, Jens Berthel Askou. Jens Berthel er glaður fyri, at HB vann og helt málið reint, men leikliga er hann als ikki nøgdur við tað hann sá vøllinum. Hann minnir á, at enn er nógv at bøta um, og hann ger alt fyri at jarða alt FM-prát, og minnir á, at serliga við spælinum sum var víst í dag er langur vegur á mál. 

HER  ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við høvuðsvenjaran hjá Skála, Sorin Anghel. 

(HB-Skála 3-0. Hoyr málini og hoyr samrøðu við Jens Berthel Askou)