##med2##
Eysturríki - Føroyar 3-1 (3-1)
0-1: Sonni Ragnar Nattestad 19.
1-1: Dragovic 30.
2-1: Baumgartner 37.
3-1: Kalajdziz 44.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr telefonsamrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Gilla Rólantsson aftaná dystin. Gilli sigur seg vera útlúgvaðan aftaná ein strævnan dyst móti einum sera góðum liði. Eisini Gilli er vónbrotin um, at føroyska liðið ikki fekk demma fyri tað seinasta korterið av fyrra hálvleiki tá Eysturríki skoraði síni mál.
2) Hoyr telefonsamrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Patrik Johannesen, ið kom inn á vøllin í seinna hálvleiki. Patrik Johannesen hevði fingið boð frá venjaratoyminum at fara inn á vøllin at arbeiða hart fyri at avlasta troyttu liðfelagarnar. Nú vónar Patrik at fáa møguleikan móti Skotlandi á Hampden leikvøllinum í Glasgow komandi mikukvøld klokkan 19.45.
HER ber til at hoyra Trónd Arge siga frá málinum hjá Sonna Ragnari Nattestad, og samrøðurnar Tróndur gjørdi við venjararnar, Eli Hentze og Håkan Ericson.
HER ber til at hoyra samrøðurnar Tróndur Arge gjørdi við Jóannes Bjartalíð og Meinhard E. Olsen.










