FM1: Galla, finalur og “botndystur”

Í Sportboxini í dag fer tað at snúgva seg um flogbóltsgalla, hondbóltsfinalur og ein “botndyst” millum NSÍ og B36

Í dag klokkan 15 verður Sportboxin á FM1. Tað er ítróttarsending, har tað verður tosað ítróttin um vikuskiftið. Í dag verður sendingin í tveir tímar. Frá klokkan 15 til klokkan 17.

 

Í fyrra tímanum verður Óli G. Samuelsen gestur. Hallarspeakarin og frásøgumaðurin hevur gott innlit í flogbóltsheimin. Hann hevur at taka saman um FM-finalurnar og gevur síni boð upp á ársins spælarar til gallaveitsluna, sum verður um vikuskiftið.

 

Eisini verður Sjúður H. Hoydal í gjøgnum. Frásøgumaðurin er í holt við FM-finalurnar í hondbólti, men tað eru eisini risa altjóða uppgávur fyri framman. Hann kemur at fortelja um bæði.

 

Í Fótbóltspanelinum, sum byrjar klokkan 16 verður Teitur Joensen gestur. Hann kemur at hyggja nærri at føroyska fótbóltinum, har mest spennandi dysturin helst er í Runavík, har NSÍ og B36 skulu spæla “botndyst” fyri fyrstu ferð í nógv ár.

 

Hevur tú spurningar ella viðmerkingar, so kanskt tú senda sms til 559999 eftir klokkan 15.