##med2##
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr Trónd Arge kunngera ársins miðvallarar, Evy á Lakjuni hjá KÍ og Mathias Nygaard hjá HB.
2) Hoyr samrøðuna Maria Z. Nesá gjørdi við Evy á Lakjuni, ið slær fast, at KÍ hevur nógvar góðar spælarar, og tað ger tað lættari hjá henni.
3) Hoyr samrøðuna Maria Z. Nesá gjørdi við Teit Matras Gestsson, ið tók móti heiðrinum vegna Mathias Nygaard. Teitur undirstrikar, at Mathias hevur verið fantastiskur fyri HB farna kappingarár.
4) Hoyr telefonsamrøðu FM1 gjørdi við Mathias Nygaard, ið greiðir frá, at fótbóltsframtíðin hjá honum er óviss. Hann er tó sera fegin um heiðurin og fegin um tað hann hevur upplivað við HB farna kappingarár.
##med3##