FM1: Fríði kom sá og sigraði móti Team Klaksvík

(FM1) Hoyr Jens Paula Mohr hjá Team Klaksvík, heimafturkomna toppskjúttan hjá KÍF, Fríði Weyhe og viðmerkjaran, Rógva Weyhe seta orð á Faxe Kondi sigurin hjá KÍF

##med2##

Sum so mangur annar er Fríði Weyhe sum lesandi í Danmark raktur av Korona-støðuni, har heimalestur við beinleiðis teldusambandi er til at taka. 

Hetta hevur givið Fríða Weyhe møguleikan at tørna út fyri KÍF nakrar dystir nú, og tað fekk KÍF stóra gleði av, tá KÍF á heimavølli vann 33-29 á Team Klaksvík. Fríði skoraði 10 mál fyri KÍF í kvøld.

Team Klaksvík var leingi væl við, og í steðginum var Team Klaksvík á odda 16-15.

H71 vann 41-22 (9-22) á H71 2, so H71 og KÍF eru á odda við tveimum stigum hvør. Team Klaksvík og H71 2 hava einki stig fingið enn.

Leygardagur 23.01.21 kl. 20.00 Team Klaksvík – H71 2
Sunnudagur 24.01.21 kl. 16.00 H71 – KÍF
Mikudagur 03.02.21 kl. 20.00 H71 – Team Klaksvík
Mikudagur 03.02.21 kl. 20.00 KÍF – H71 2

KÍF-H71 33-29 (15-16)

Toppskjúttar KÍF: Fríði Weyhe 10, Hans Eli Sigurbjørnsson 6 og Nicklas Selvig 5.

Toppskjúttar Team Klaksvík: Vuk Stevanovic 11, Valentino Valentakovic 7, Sámal á Tjaldrafløtti 3 og Vilhelm Vilhelmsen 3. 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:

1) Hoyr samrøðuna reportarin hjá FM1, Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Jens Paula Mohr hjá Team Klaksvík sum heldur, at Team Klaksvík kundi avgjørt vunnið dystin um ikki Beinir Johannesen fyrst, og síðani Vuk Stevanovic høvdu fingið reyða kortið. Jens Pauli er tó við gott mót, at KÍF kann vinna á báðum liðunum hjá H71. 

2) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Fríða Weyhe sum er glaður fyri møguleikan at sleppa at spæla við KÍF aftur. Hann heldur, at við tí manning KÍF hevur í kvøld hevur liðið góðan møguleika at koma langt í steypakappingini. Fríði vónar, ið hvussu er at kunna spæla steypakappingina lidna áðrenn lesturin í Danmark aftur fer at vera á vanligan hátt. 

3) Hoyr viðmerkjaran hjá FM1, Rógva Weyhe og Sjúrð H. Hoydal taka samanum dystin. Rógvi Weyhe metir, at um KÍF klárar at varðveita breidduna teir hava í hópinum í dystinum í kvøld, so standa kollfirðingar við einum góðum møguleika. Rógvi heldur, at Team Klaksvík kann á einum góðum degi standa seg móti øllum liði, og teir kunnu tí avgjørt gera ein vørr. 

HER  ber til at hoyra samrøðurnar reportarin hjá FM1, Tróndur Arge gjørdi við Sveinur Justinussen hjá StÍF og Dánjal Ragnarsson hjá Neistanum aftana 32-30 (17-14) sigurin hjá Neistanum í bólki 2 í Faxe Kondi kappingini. 

 

Samrøður: Jens Pauli Mohr, Fríði Weyhe og Rógvi Weyhe