FM1: Fótbóltslandsliðsvenjarin takkaði hondbóltslandsliðnum

(FM1) Håkan Ericson var til staðar tá føroyska manslandsliðið vann minniliga 28-26 (15-9) sigurin á Rumenia

##med2##

 

Håkan Ericson, landsliðsvenjari hjá fótbóltslandsliðnum er ein diplomatiskur og siðiligur maður. Hann dugir eisini at vísa virðing, m.a. við at duga at syngja føroyska tjóðsangin undan landsdystum hjá A-landsliðnum í fótbólti.

 

Mánadagin vísti hann eisini stóra virðing fyri føroyska manslandsliðnum í hondbólti á tíðindafundi í FSF-húsinum.

 

Áðrenn hann greiddi frá hvørjir vóru tiknir út til A-landsliðhópin til dystirnar móti Moldova og Norðurmakedonia á útivølli segði hann hesi orð: - Eg vil gjarna minnast til at takka hondbóltslandsliðnum fyri uppvísningin teir vístu farna mikudag (8. mars). Tað er fyrstu ferð, at hevði møguleikan at síggja liðið spæla "live". Og tað var ein uppliving. Og fremst av øllum var talan um nøkur framúr einstaklinga-avrik. So vøkur vóru orðini sum fullu frá fótbóltslandsliðsvenjaranum til føroyska hondbóltslandsliðið.

 

Og soleiðis eigur tað at vera. Vit eiga at standa saman um øll okkara landslið. 

 

 

 

Rósandi orðini frá Håkani Ericson til hondbóltslandsliðið

Rósandi orðini frá Håkani Ericson til hondbóltslandsliðið