##med2##
Hetta hevur verið ein umskiftilig páskavika hjá liðskiparanum hjá 07 Vestur, Høgna Egilstoft Nielsen. Fyri fáum døgum síðani vann hann í stórum stíli FM-heitið í landsliðsbólkinum fyri triðju ferð á rað. Í dag mátti hann saman við liðfeløgunum í 07 Vestur leggja rygg til eitt 0-3 tap fyri KÍ á útivølli.
KÍ-07 Vestur 3-0 (2-0)
1-0 Mads Boe Mikkelsen (23.)
2-0 Valerijs Sabala (29.)
3-0 Jonn Johannesen (51.)
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðurnar sum vóru við hjálparvenjaran hjá KÍ, Sjúrður Jacobsen og við Høgna Egilstoft Nielsen í sendingini "Triði Hálvleikur" á FM1.
Sjúrður kann nøgdur staðfesta ein dyst har KÍ var greitt omaná og hevði fult tamarhald á dystinum, men tað KÍ brendi dekan ov nógvar málmøguleikar.
Samrøðan við Høgna snúði seg bæði um FM í talvi og dystin í Klaksvík. Um dystin í Klaksvík heldur Høgni, at tað var á eini leið at sleppa úr Klaksvík við einum 0-3 tapi móti einum so sterkum liði.










