Í Sportboxini, sum er á FM1 hvønn fríggjadag millum klokkan 15 til 17, verður Petur Reinert gestur í seinna tímanum, sum hevur heitið Fótbóltspanelið. Í fyrra tímanum verður upptakt til steypa finalurnar í flogbólti.
Hoyr FM1 á netinum við at trýsta HER
Um vikuskiftið verða steypafinalurnar í flogbólti, har menninir hjá Fleyr og Mjølni, og kvinnurnar hjá Fleyr og SÍ møtast. Gestir í studio til flogbóltstíman eru Jens Heri Bolstad Mortensen (Fleyr), Thorvald Danielsen (Mjølnir), Katrin Petersen (Fleyr) og Kristina Mouritsen (SÍ). FM1 sigur frá flogbóltsfinalunum.
Í seinna tímanum, sum eitur Fótbóltspanelið, verður fótbóltsdómarin Petur Reinert gestur. Hann er fyrrverandi altjóða dómari og dømur aftur í Betri deildini hjá monnum í ár. Hann verður millum annað spurdur um rákið í bæði føroyskari og útlendskari døming. Hartil er VAR eitt afturvendandi evni.
Fótbóltspanelið verður lagt út á Soundclound - Trýst HER
Hevur tú spurningar ella viðmekringar, so kanst tú senda sms inn á 559999.