##med2##
Sjúrður H. Hoydal reikaði fyri Hondbóltspanelinum á FM1 seinnapartin.
Sjúrður H. Hoydal hevði trý evni á breddanum í dag:
1) Samrøða við Thomas Juul S. Thomsen um dómarakreppuna sum nærkast í føroyskum hondbólti, orsaka av ringu viðferðini dómararnir fáa og manglandi rekruteringini.
2) Samrøða við Sophus Dal-Christiansen, landsliðshjálparvenjara hjá kvinnulandsliðnum um EM-undankappingardystirnar móti Ukraina seinast í mars.
3) Sjúrður metti saman við medvertinum um dystirnar hetta vikuskiftið, serliga alt avgerandi dystin í Okkaradeildini millum KÍF og H71 í Kollafirði leygarkvøldið klokkan 20. Sjúrður sigur frá tí dystinum á FM1.











