FM1: ÍF-arnir hava uppiborið eina viku frí nú

(FM1) Hoyr annan av venjarunum hjá ÍF, Hans Jørgen samanfata eitt fantastiskt vikuskifti hjá ÍF við nýggjum felagshúsi og trimum stigum

##med2##

Nýtt ítróttarhús, hattrick frá toppskjúttanum í Betrideildini, Uros Stojanov og trý stig aftrat á kontuna.

Talan er um eitt minniligt og gott vikuskifti hjá ÍF. 

Skála helt leingi ímóti, men seinasta korterið av dystinum syrgdi Uros Stojanov við einum reinum hattricki fyri, at ÍF vann 3-0 á Skála.

Hans Jørgen Djurhuus, ið venur ÍF saman við Ólavi Larsen sigur, at hann var vísur í, at ÍF fór at orka betur enn Skála, og tað munaði eisini seinasta korterið. Hans Jørgen heldur kortini, at tað var ikki bara seinasta korterið, men allan dystin, at ÍF var tað betra liðið.

Hans Jørgen heldur, at nú hava ÍF-arnir uppiborið summarfrí í eina viku aftaná eitt frálíkt avrik tey fyrstu 12 umførini. Tó er tað ein skøva í lakkinum, at ÍF tapti móti TB í fyrsta umfarinum í kappingini um løgmanssteypið.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna FM1 gjørdi við Hans Jørgen Djurhuus. 

HER  ber til at hoyra samrøðuna FM1 gjørdi við høvuðsvenjaran hjá Skála, Bill McLeod Jacobsen. 

(Samrøða: Hans Jørgen Djurhuus)