##med2##
Fyrsta VAR-avgerðin nakrantíð er tikin í Føroyum. Tað hendi heilt móti endanum av fyrra hálvleiki av dystinum millum Føroyar og Danmark, har Danmark fekk eitt mál kolldømt.
Jóannes Hansen skrivaði soleiðis um søguligu hendingina: - Og so svaraði Danmark aftur. Odmar Færø var ikki nóg nærlagdur, tá ið hann ætlaði at sparka burtur, og eftir eitt tvey sendi Jonas Wind eitt sindur úr vinstru bóltin upp í handara síðunetið. Stórur skelkur millum føroyingarnar, stórur fagnaður millum danir, men so var VAR fyri fyrstu ferð avgerandi í Føroyum, tí dómarin kollddømdi fyri rangstøðu, og fagnaðurin millum eldhugaðu áskoðararnar var so stórur, sum hann hevði verið, um Føroyar høvdu havt skorað.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra Trónd Arge, frásøgumann hjá FM1, Jens Martin Knudsen og Teit Joensen siga frá kolldømda málinum og fyrstu VAR avgerðini í Føroyum nakrantíð.