##med2##
TRÝST á ljóðfíluna omanfyri og hoyr frá FM1:
1) Hoyr Trónd Arge siga frá málunum, ið komu í dystinum millum KÍ og HB við Djúpumýru í Klaksvík, ið endaði 1-1. Páll Klettskarð legði KÍ á odda 1-0 í 71. minutti. Delpin Tshiembi javnaði fyri HB í tíðini dómarin hevði lagt aftrat. Úrslitið merkir, at KÍ datt niður á triðja plássið, og má vóna, at antin HB ella NSÍ vinnur steypakappingina fyri at sleppa út í Evropa.
2) Hoyr steypahandanina og tær mongu samrøðurnar Tróndur Arge gjørdi við høvuðsvenjara, spælarar og veteranar hjá HB aftaná dystin.
Tróndur Arge fekk eisini orðið á FSF-forsetan, Christian Andreasen í øllum rokanum.