FM1: Endurhoyr dramatisku løturnar úr Hoyvíkshøllini

(FM1) Hoyr endan av vanligu leiktíðini, endan av longdu leiktíðini og seinastu brotskøstini av minniligu FM-finaluni sum koppaði til H71

##med2##

Eisini í Burn mansdeildini er nú staðfest, at FM-vinnarin verður ikki funnin komandi leygardag. 

Tað er greitt aftaná dramatiska 34-33 sigurin hjá H71 í Hoyvíkshøllini, har bæði longd leiktíð og brotskastskapping skuldi til.

Aftaná vanliga leiktíð stóð á jøvnum 26-26. Í steðginum var H71 á odda 15-13. Aftaná longda leiktíð stóð á jøvnum 30-30. Sveinur Olafsson hjá H71 gjørdist sigursmálskjútti og stóra hetjan hjá H71 tá hann skoraði avgerandi brotskastið til 34-33.

Liðini hittast aftur í Vestmanna leygardagin klokkan 16. FM1 sigur sjálvandi frá dystinum.

H71-VÍF 34-33 (30-30 - 26-26 (15-13)) - Støðan er 1-1 í FM-finaluuppgerðunum.

Toppskjúttar H71: Pætur Thomsen 9, Sveinur Olafsson 7, Leivur Mortensen 6 og Peter Krogh 5. 

Toppskjúttar VÍF: Filip Jojic 13, Sjúrður Olsen 8, Julian Olsen 4 og Hanus Christophersen 3. 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:

1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin hjá FM1, Sjúrður H. Hoydal segði frá seinastu løtuni av vanligu leiktíðini, seinastu løtuni av longdu leiktíðini og seinastu brotskøstunum í brotskastskappingini. Teitur Joensen var viðmerkjari til dystarfrásøgnina.

2) Hoyr samrøðuna Sjúrður gjørdi við ein fegnan sigursmálsskjútta hjá H71, Sveinur Olafsson sum gleðir seg stórliga at spæla ein dyst í Vestmanna við hópum av lívligum áskoðarum. 

3) Hoyr samrøðuna Sjúrður gjørdi við venjaran hjá VÍF, John Larsen sum staðfesti, at í kvøld høvdu vestmenningarnir ikki marginalarnir við sær og tí koppaði tað skeivan veg. Nú ætlar at John at fáa annan sigurin á heimavølli leygardagin. 

 

 

(H71-VÍF 34-33 (30-30 - 26-26) - Hoyr minniligu løturnar og samrøður við Svein Olafsson og John Larsen)