##med2##
3-3 javnleikurin millum HB og KÍ á ovara vølli í Gundadali í Havn er helst mest undirhaldandi dystur í Betrideildini higartil, har áskoðararnir umframt góð mál eisini sóu eina fyrsta floks brotssparksbjarging hjá Teiti Matras Gestssyni.
HB – KÍ 3-3 (1-2)
1-0: Daniel Johansen 8.
1-1: Jóannes K. Danielsen 28.
1-2: Patrik Johannesen 30.
2-2: Jógvan Rói Davidsen 56.
2-3: Jonn Johannesen 58.
3-3: sjálvmál 73.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Tróndur Arge segði frá teimum seks málunum. Andrew av Fløtum var viðmerkjari til dystarfrásøgnina.
2) Hoyr Trónd og Andrew taka samanum ein framúrskarandi dyst.
HER ber til at hoyra samrøðurnar Tróndur Arge gjørdi við høvuðsvenjararnir, Mikkjal Thomassen hjá KÍ og Jens Bertil Askou hjá HB.
##ms##











