##med2##
Tað var eitt stig á Tórsvølli og kavi, og tað bleiv eitt stig í part til B36 og Víking. Eitt úrslit sum hvørki liðið kundi brúka til tað stóra.
B36-Víkingur 1-1 (0-0)
0-1 Noah Mneney (73.)
1-1 Sebastian Pingel (85.)
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Trónd Arge siga frá báðum málunum. Teitur Joensen var viðmerkjari til dystarfrásøgnina.
2) Hoyr samanumtøkuna hjá Teiti Joensen. Teitur heldur, at hvørki B36 og Víkingur kunnu brúka eitt stig til tað stóra nú KÍ er so væl koyrandi í oddinum í Betrideildini.
HER ber til at hoyra samrøðurnar Tróndur Arge gjørdi við liðskipararnar, Atla Gregersen hjá Víkingi og Andrias Eriksen hjá B36.