##med2##
Ikki so sjáldan hevur HB havt eitt tungt hoyggj við TB við Stórá í Trongisvági, og mangan hevur talan verið um teprar sigrar.
Tá liðini møttust í kappingini um løgmansteypið farna sunnudag vann HB 2-0 har tað tók drúgva tíð hjá HB at koma á odda. Tað var ikki tilfeldið í dag. HB vann stórsigur 4-0.
TB – HB 0-4 (0-2)
0-2: Mikkel Dahl (5.)
0-2: Adrian Justinussen (20.)
0-3: Stefan Radosavljevic (67.)
0-4: Adrian Justinussen (86.)
Málverjin og liðskiparin hjá HB, Teitur Matras Gestsson fegnast um eitt framúr gott avrik hjá sínum liði, og nú fara hann og liðfelagarnir at fyrireika seg til oddabrakið móti KÍ komandi mikukvøld klokkan 19. Teitur undirstrikar týdningin at vinna tann dystin so KÍ ikki strýkur avstað.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra stuttu samrøðuna FM1 gjørdi við Teit Matras Gestsson beint áðrenn Smyril fór av Krambatanga.











