FM1: Ein soltin uggi at vera besti fýrarin nakrantíð

(FM1) Jákup á Borg staðfestir, at bara ein sigur í steypakappingini kann bjarga heimliga kappingarárinum

##med2##

Hetta hevur verið eitt "Jekyll & Hyde" kappingarár hjá B36. Í Europa League vann liðið seg tríggjar ferðir víðari, ið var stór søguskriving.

Í dag legði B36 aftur navn til søguskriving, ið ikki var heilt so eydnusom. Aftaná 3-4 tapið móti NSÍ á Tórsvølli og aftaná 27 umfør hevur B36 á fjórða plássi heili 59 stig, ið er nógv tað mesta nakað liðið hevur havt á einum fjórða plássi í bestu mansdeildini aftaná 27 umfør.

Høvuðsvenjarin hjá B36, Jákup í Borg finnur ongan ugga í søguliga fjórða plássinum, tí fjórða plássið setir B36 uttanfyri Evropa.

B36 hevur bara ein veg út í Evropa nú, og tað er at vinna steypakappingina, har krútsterku liðini hjá HB og NSÍ eisini eru við enn. Vinnur B36 ikki steypakappingina eru teir ikki við í Europa League undankappingi komandi summar. 

B36 - NSÍ 3-4 (1-3)
Pætur T. Skipanes 0-1 (11.)

Klæmint Andrasson Olsen, br.sp 0-2 (21.)
Klæmint Andrasson Olsen 0-3 (34.)
Alex Mellemgaard 1-3 (37.)
Klæmint Andrasson Olsen 1-4 (55.)
Stefan Radosavljevic 2-4 (68.)
Magnus Holm Jacobsen 3-4 (79.)

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna FM1 gjørdi við Jákup á Borg.

HER  ber til at hoyra frásøgumannin hjá FM1, Sjúrður H. Hoydal siga frá teimum sjey málunum, ið komu í dystinum á Tórsvølli. Hoyr eisini samrøðurnar Sjúrður gjørdi við NSÍ-spælararnar, Klæmint A. Olsen, Petur Knudsen og Oddur Højgaard. 

(Samrøða: Jákup á Borg aftaná 27 umfør)