##med2##
Tawfik Elizabi úr Egyptlandi var gestur í ensktmæltu "Home and Away" sendingini á FM1 seinnapartin.
Stella Zachariassen var vertur.
Í sendingini greiddi Tawfik Elizabi um stóra umskiftið at flyta úr sera fólkaríka landinum, Egyptalandi til lítlu og friðarligu Føroyar. Tað hevur givið onkrar avbjóðingar á vegnum.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra sendingina "Home and Away".
"Home and Away" verður send hósdagar á FM1 millum klokkan 14 og 15. Sendingin verður endursend fríggjamorgun millum klokkan 10 og 11.










