FM1: EB/Streymur undir luppin

Fótbóltspanelið: Í verður gesturin Jákup Martin Joensen, sum á triðja ári er venjari hjá EB/Streymi

Í Fótbóltspanelinum, sum er á FM1 hvønn fríggjadag millum klokkan 16 og 17, er gesturin hesa ferð Jákup Martin Joensen. Hann er á triðja ári venjari hjá barndómsfelagnum, EB/Streymi.

Tað eru nøkur ár síðani, at EB/Streymur kappaðist í toppinum í føroyskum fótbólti, men tað eru tekin um, at felagið aftur er við at fóta sær. Eftir nøkur ár við upp og niðurflyting, so hevur EB/Streymur við gongdini í fjør, vunnið seg burturúr niðurflytingarstríðnum.

Í Fótbóltspanelinum í dag verður tosað um støðuna hjá EB/Streymi, gongdina seinastu tvey árini og hvat er í væntu til komandi kappingarár. Í mun til í fjør, so hevur EB/Streymur fingið nakað av tilgongd, sum ger at liðið sær naka sterkari út, men hvat er málið fyri komandi kappingarár, og koma vit nakrantíð at síggja EB/Streym í toppinum av føroyskum fótbólti aftur?

Um tú hevur spurningar ella viðmerkingar kanst tú senda sms á 559999.