FM1: Daniel er bilsin og glaður um landsliðssúttøkuna

(FM1) Daniel Johansen hjá HB sum áður hevur spælt tríggjar U21-landsliðsdystir er úttikin til A-landsliðshópin

A-landsliðið hjá monnum skal hósdagin 3. september spæla móti Malta á Tórsvølli. Dysturin byrjar klokkan 19:45. Sunnudagin 6. september verður dystur í Andorra klokkan 14:00.

Millum teir úttiknu er Daniel Johansen, ið áður hevur spælt tríggjar U21 landsdystir.

- Eg var bilsin og glaður, sigur Daniel Johansen um landsliðsúttøkuna.

Tá hann ringdi arbeiðsgevaran og spurdi um hann kundi fáa frí til landsliðsvenjingarnar og landsdystirnar spurdi arbeiðsgevarin: - Ert tú úttikin til U21-landsliðið? Tá so arbeiðsgevarin frætti, at Daniel er úttikin til A-landsliðið var eingin trupuleiki at fáa frí.

Daniel Johansen kennir seg at vera væl fyri, og hann er sera spentur uppá avbjóðingina.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna reportarin hjá FM1, Tróndur Arge gjørdi við Daniel Johansen aftaná tíðindafundin í FSF-húsinum. 

HER  ber til at hoyra fyrstu A-landsliðsúttøkuna hjá Håkani Ericsson. Hoyr eisini samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Håkan Ericsson. 

HER  ber til at hoyra U21 landsliðsúttøkuna hjá Sámal Erik Hentze, og samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Bagga.

 ##ms##

Hópurin:

Gunnar Nielsen, FH (Ísland)
Teitur Matras Gestsson, HB
Tórður Thomsen, NSÍ
Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ
René Shaki Joensen, HB
Viljormur Davidsen, Vejle BK (Danmark)
Daniel Johansen, HB
Rógvi Baldvinsson, Bryne BK (Norra)
Heini Vatnsdal, KÍ
Heðin Hansen, HB
Sonni Ragnar Nattestad, B36
Odmar Færø, KÍ
Jóannes Bjartalíð, KÍ
Meinhard Egilsson Olsen, GAIS (Svøríki)
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Kaj Leo í Bartalsstovu, Valur (Ísland)
Adrian Justinussen, HB
Brandur Hendriksson Olsen, Helsingborgs (Svøríki)
Hallur Hansson, AC Horsens (Danmark)
Dan í Soylu, HB
Gunnar Vatnhamar, Víkingur
Andreas Lava Olsen, Víkingur
Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ

(Samrøða: Daniel Johansen um landsliðsúttøkuna)