##med2##
B36 skal spæla hálvfinalu í kappingini um løgmanssteypið aftaná tryggan 3-0 sigur á AB á Tórsvølli í fjórðingsfinaluni. Øll málini vóru skotin í fyrra hálvleiki, og gjørdist sostatt talan um eina góða byrjan hjá nýggja høvuðsvenjaranum hjá B36, Dan Brimsvík.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr Sjúrð H. Hoydal, frásøgumann hjá FM1 siga frá teimum trimum málunum hjá B36.
2) Hoyr samrøðuna Sjúrður gjørdi við nýggja B36-høvuðsvenjaran, Dan Brimsvík, ið serliga gleddist um avrikið í fyrra hálvleiki, og ikki minst fyrstu løtuna tá B36 kom á odda 2-0. Dan er longu farin at fyrireika seg til hálvfinaluna móti Víkingi.
3) Hoyr samrøðuna Sjúrður gjørdi við annan av venjarunum hjá AB, Tonny Brimsvík sum sigur, at teir í AB ætlaðu at gera tað betri, men nú hava teir alt fokus á upp- og niðurflytingardystin móti B68 komandi sunnukvøld.