##med2##
EB/Streymur var á sigurskós móti B36 aftaná 23 minuttirs spæl á ovara vølli í Gundadali. Tá hevði Gutti Dahl-Olsen við tveimum málum syrgt fyri, at EB/Streymur var á odda 2-0, og B36 kom slettis ikki til orðanna fyrrenn Andras Olsen hjá EB/Streymi gjørdi sjálvmál undan steðginum, og so var B36 inni aftur í dystinum. B36 javnaði miðskeiðis í seinna hálvleiki, og seks minuttir inn í yvirtíðina tryggjaði Alex Mellemgaard B36 sigurin við einum brotssparki, ið bleiv dømt móti Bjarka Nielsen.
B36-EB/Streymur 3-2 (1-2)
0-1 Gutti Dahl-Olsen (16.)
0-2 Gutti Dahl-Olsen (23.)
1-2 Sjálvmál (39.)
2-2 Hannes Agnarsson (67.)
3-2 Alex Mellemgaard br. (90. +)
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðurnar FM1 gjørdi við høvuðsvenjararnar, Dan Brimsvík hjá B36 og Jákup Martin Joensen hjá EB/Streymi.
Dan Brimsvík er ovurfegin um sigurin, stríðsviljan og moralin sum hansara menn vístu í dag við at stríða seg frá 0-2 til ein 3-2 sigur, ið gera stóran mun í kapprenningini við NSÍ um at sleppa út í Evropa. Dan viðgongur, at í tíðini sum høvuðsvenjari hjá B36 var hetta uttan iva tann størsti rutsjibreytartúrurin.
Jákup Martin Joensen er ørkymlaður og vónsvikin um serliga brotssparkið EB/Streymur fekk dømt ímóti sær í tíðini sum dómarin hevði lagt aftrat. Brotssparkið og sjálvmálið EB/Streymur ger í fyrra hálvleiki staðfesta, at EB/Streymur avgjørt ikki hevði marginalarnar við sær í dagsins dysti.