FM1: Dánjal Ragnarsson og Neistin knógvaðu StÍF

(FM1) Hoyr veteranin hjá StÍF, Sveinur Justinussen og heimafturvenda toppskjúttan hjá Neistanum, Dánjal Ragnarsson seta orð á 32-30 sigurin hjá Neistanum á StÍF

##med2##

Eisini Dánjal Ragnarsson er í somu korona-merktu støðu, ið fleiri ungir føroyingar staddir í Danmark finna seg í, og tí hevur eisini hann valt fyribils at spæla við Neistanum til tilveran blívur meir normal aftur í Danmark.

Og Dánjal Ragnarsson gjørdi stóran mun tá Neistin í bólki 2 í Faxe Kondi kappingini hjá monnum vann 32-30 á StÍF. Í sínum fyrsta dysti fyri Neistan hetta kappingarárið skoraði Dánjal Ragnarsson 10 mál. Í steðginum var Neistin á odda 17-14. 

Neistin-StÍF 33-29 (17-14)

Toppskjúttar Neistin: Dánjal Ragnarsson 10, Julian Kragesteen 4 og Jonn Róði Torfinsson 4.

Toppskjúttar StÍF: Pætur Johansen 9, Ivan Mrdalo 6 og Jóannes Prestá 6.

Hósdagur 21.01.21 kl. 20.00 Kyndil – VÍF (FM1 sigur frá dystinum)
Sunnudagur 24.01.21 kl. 16.00 Neistin – Kyndil
Sunnudagur 24.01.21 kl. 16.00 VÍF – StÍF
Mikudagur 03.02.20 kl. 20.00 StÍF – Kyndil
Mikudagur 03.02.20 kl. 20.00 VÍF – Neistin

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

1) Hoyr samrøðuna reportarin hjá FM1, Tróndur Arge gjørdi við veteranin hjá StÍF, Sveinur Justinussen sum serliga iðrar seg um, at StÍF ikki gjørdi tað betur í verjupartinum. Sveinur heldur, at neistamenn sluppu ov lætt ígjøgnum.

2) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við toppskjúttan hjá Neistanum, Dánjal Ragnarsson sum fegnastu um møguleikan at sleppa at tørna út fyri barndómsfelagið aftur. Dánjal heldur, at Neistin hevur eina góða breidd á liðnum, og hann heldur, at Neistin kann koma langt um liðið spælir upp til sítt besta. 

HER  ber til at hoyra samrøðurnar reportarin hjá FM1, Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Jens Paula Mohr hjá Team Klaksvík og Fríða Weyhe hjá KÍF aftaná 33-29 (15-16) sigurin hjá KÍF í bólki 1. Hoyr eisini viðmerkjaran, Rógva Weyhe taka samanum dystin. 

 

(Samrøður: Sveinur Justinussen og Dánjal Ragnarsson)