##med2##
Seinnapartin høvdu Petur Zachariassen og Eyðfinn Drewsen samrøðu við Hera Simonsen, ið er í holt við at byggja eitt savn upp við sendingum, innsløgum og samrøðum sum hava verið á FM1, og á gamla Rás2 sum FM1 æt í byrjanini.
HER ber til finna playlistar - yvirlit - við ymiskum sendingum. T.d. eru playlistar við øllum Spurin-sendingunum sum hava verið á FM1 síðani 2017, og tá er ein playlisti fyri hvørt árið, 2017, 2018, 2019 og 2020.
Enn er langt á mál, samrøður frá Bátaradio-sendingum hjá Vilmundi Jacobsen skulu eisini leggjast út á savnið. Ùtleggingar av gomlum sendingum verður gjørt so líðandi, og vónandi er komið langt við tí í 2021.
Gongd er komið á at leggja tilfar frá gamla Rás2 út eisini.