##med2##
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr Trónd Arge kunngera, at Hanna Isaksen Højgaard hjá ÍVB og Petur Knudsen hjá NSÍ eru ársins áleyparar 2020.
2) Hoyr samrøðuna Maria Z. Nesá gjørdi við Honnu Isaksen Højgaard, ið er rættiliga paff av, at hon er vald til ársins áleypara.
3) Hoyr samrøðuna Maria Z. Nesá gjørdi við Petur Knudsen, ið vegna liðið ikki er heilt nøgdur við silvur í landskappingini. NSÍ hevur ikki vunnið nakað síðani 2017, og tað ætlar Petur at gera sítt til at bøta uppá til komandi kappingarár.