##med2##
Tað var ikki tann mest lívligi dysturin í Klaksvík tá FM-vinnararnir vunnu 3-0 á botnproppinum, Skála á heimavølli í dag aftaná 2-0 leiðslu í steðginum.
KÍ - Skála 3-0 (2-0)
Jákup B. Andreasen 1-0 (10.)
Patrik Johannesen 2-0 (41.)
Páll A. Klettskarð 3-0 (46.)
- Vit fegnast um sigurin, men í seinna hálvleiki ætlaðu vit at skjóta fleiri mál enn tað, sum innskifti Páll A. Klettskarð skoraði beinanvegin eftir steðgin. Vit hava spælt nógvar dystir síðstu vikurnar, og tað var sum um, at luftin so spakuliga fór úr ballónini, sigur Jóannes Bjartalíð hjá KÍ, ið legði upp til fyrsta og triðja málið.
-Teir vístu góðan hugburð, og tordu at spæla, og í onkrum løtum høvdu vit støður, men tá ið alt kemur til alt, so var tað stórur munur á liðunum, staðfestir høvuðsvenjarin hjá Skála, Bill McLeod Jacobsen, ið eisini fortaldi, at arbeitt verður við at styrkja liðið hjá Skála í summarsteðginum.