Tað var stór frøi á toftafólki í gjár, tá B68 við 3-2 sigri á AB tryggjaði sær luttøku í bestu deildini komandi kappingarár.
– Tað var fantastiskt at standa og síggja, hvussu teir góvu sítt allarbesta og góvu alt, sigur Jóhannus Martin Olsen, formaður í felagnum, í samrøðu við FM1 í dag.
Veitslurómurin flutti seg av Tórsvølli til Svangaskarð, har bygdafólkið var til reiðar við móttøku.
– Tað er tað góða við at vera eitt lítið lokalsamfelag. Tað vóru nakrar fáar telefonsamrøður, so var suppa klár, so var kaffi og kakur gjørt klárt. Fólk savnaðust á Svangaskarði og hyggaðu og gleddist um hetta. Har vóru nógv fólk, sigur Jóhannus Martin Olsen.
At spæla í bestu deildini setur onnur krøv til eitt lið, og felagið hevur eina fimm ára ætlan fyri felagið, har menningin skal byggjast upp kring fótbóltsleikarar í Toftum, sigur Jóhannus Martin Olsen.