FM1: B36 hevur fingið útlendskan stuðul

(FM1) Hoyr Jákup Mørk frá B36 greiða frá nýggja stuðlinum, Andy Robson Tips

##med2##

Andy Robson Tips, sum hvørja viku gevur 350.000 fylgjarum á Twitter góð ráð um fótbóltsdystir o.a. um allan heimin, eru nýggjur stuðul hjá B36.

Andy’s Bet Club er ein tænasta, har fólk sum fylgja við ítrótti, kunnu fáa góð ráð og metingar um hvussu dystir fara at enda, men tað er ikki ein veddingarfyritøka. Limaskapur krevst fyri at fylgja Andy´s Bet Club.

- Eg eri sera fegin um samstarv okkara við B36 hetta kappingarárið. Sum fótbóltsfjeppari havi eg lagt til merkis, hvussu føroyskur fótbóltur hevur gjørt um seg seinnu árini, og at alt bendir á at góða gongdin fer at halda fram.

- Eg eigi eina av teimum størstu og mest fylgdu online felagsskapunum fyri fótbóltsfjepparar í Evropa, og eg eri spentur uppá at deila samstarvsavtaluna við okkara fylgjarar á sosialu miðlunum. Eg ivist onga løtu í at nógv teirra við gleði fara at fylgja B36 í stríðnum um at vinna felagnum 12. føroyameistaraheitið, sigur stjórin í Andy Robson Tips, sambært b36.fo.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra eina stutta samrøðu við Jákup Mørk frá B36, ið greiðir frá nýggja útlendska stuðlinum.

 

(Stutt samrøða við Jákup Mørk)