##med2##
Í kvøld klokkan 20.45 lokala tíð í San Marino - klokkan 19.45 føroyska tíð - spælir B36 seinna dystin í øðrum undanumfarinum í Europa Conference League á útivølli í Saravelle í San Marino. B36 vann fyrra dystin móti Tre Fiori við einum teprum 1-0 sigri.
B36 bjóðar fólki í samstarvi við Televarpið møguleikan at síggja dystin á stórskíggja í B36-húsinum. Dyrnar í B36-húsinum lata upp klokkan 19.
Dánjal Petersen, nevndarlimur í B36 er við á ferðini í San Marino, og hann staðfestir, at B36 fer ikki at leggja seg aftur á vøllin fyri at verja 1-0 leiðsluna frá fyrra dystinum í Føroyum.
Dánjal greiðir frá, at liðið hevur fyrireikað seg væl til hitan, og hevur havt góðar venjingar undan dystinum í San Marino.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna, ið var við Dánjal Petersen í ólavsøkusendingini hjá FM1.