##med2##
Uros Stojanov, fyrri málskjúttin hjá B36 og Øssur Hansen, høvuðsvenjarin hjá B68 vóru hvør í sínum lagi rættiliga væl nøgdir við dystin á ovara vølli í Gundadali, ið B36 vann 2-1 á B68. Uros kundi fegnast um tey trý stigini, og um tey trý stigini. Øssur kundi fegnast um eitt gott leikligt avrik hjá B68, serliga í fyrra hálvleiki.
- Vit eru nøgdur, tí vit spældu væl og høvdu uppiborið at vinna. Teir minkaðu ikki um munin, fyrr enn tað var so lítið av tíð eftir, at teir ikki høvdu møguleika at javna. Eg eri fegin um, at tað eydnaðist mær at skora fyrra málið. Uppspælið frá Andras Johansen var seta gott. Síðani eg flutti til B36, hava vit vant, so teir kunnu finna meg, og eg kann finna teir, sigur Uros Stojanov.
- Eg eri væl nøgdur við avrikið í fyrra hálvleiki, tá ið vit megnaðu at standa ímóti B36 trýstinum, meðan tað í seinna hálvleiki ikki var so sannførandi. Vit royndu at spæla úr okkara egna brotsteigi og fram, og tað riggaði væl. Spælararnir hava fingið boð um at tora at spæla, og tað høvdu teir sjálvsálit at gera. Trupulleikin var, at vit ikki vóru nóg hvassir frammarlaga á vøllinum, sigur Øssur Hansen venjari hjá B68.
B36 – B68 2-1 (1-0)
1-0: Uros Stojanov (27.)
2-0: Bjarki C. Nielsen (65.)
2-1: Karstin Clementsen (90. +)
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Tróndur Arge segði frá teimum trimum málunum.
2) Hoyr samrøðuna Tróndur gjørdi við Uros Stojanov.
3) Hoyr samrøðuna Tróndur gjørdi við Øssur Hansen.