FM1: Bátaturist-aktørar gera klárt til eitt spennandi summar

(FM1) Hoyr Samrøður við Sigmund Signarsson frá RIB 62 og Gunnar Skúvadal frá Skúvadal Ferðum

##med2##

Stór menning er farin fram hjá bátaturist-aktørum í føroysku ferðavinnuni.

Og í sendingini "Ferðaradio" á FM1 fyrr í dag vóru tveir aktørar frá bátaturismuni á vitjan hjá Petur Zachariassen í Rásarúminum í Krosslíð í vesturbýnum í Havn fyrr í dag.

Sigmund Signarsson frá RIB 62 og Gunnar Skúvadal frá Skúvadal Ferðum í Vestmanna greiddu frá teimum spennandi ferðunum teir hvør í sínum lagi reika fyri, har føroyingar og útlendingar við bátum hjá RIB 62 og Skúvadals Ferðum kunnu fáa nakrar ógloymandi ferðir.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðurnar Petur Zachariassen gjørdi við Sigmund Signarsson og Gunnar Skúvadal. 

HER  ber til at hoyra samrøðuna Petur Zachariassen gjørdi við Rógva Mikkelsen frá Hotel Brandan. 

HER  ber til at hoyra samrøður við Henny á Líknargøtu og Jónfinn Simonsen frá Smyril Line, og samrøða við Rikke Gransøe Lange frá Admiral Hotel í Keypmannahavn.

(Samrøður við Sigmund Signarsson frá RIB 62 og Gunnar Skúvadal frá Skúvadals Ferðum)