FM1: Árni og KÍ vunnu trivaligan sigur á Eiði

(FM1) Hoyr hvussu KÍ vann 4-0 á EB/Streymi á Eiði, og hoyr tvímálsskjúttan, Árna Frederiksberg og høvuðsvenjaran hjá EB/Streymi seta orð á sigurin

##med2##

 

Longu í sætta minutti var KÍ á sigurskós tá teir løgdu seg á odda móti EB/Streymii Hólmanum á Eiði, og í seinna hálvleiki øktu teir við trimum málum aftrat.

 

Komandi sunnudag klokkan 15 er dúkað til toppfund við Djúpumýru í Klaksvík millum KÍ sum hevur 44 stig og Víking sum hevur 37 stig.

 

EB/Streymur – KÍ

 

0-1: Páll A. Klettskarð (6.)

 

0-2: Árni Frederiksberg (59.)

 

0-3: Árni Frederiksberg (75.)

 

0-4: Jákup B. Andreasen (90. +)

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

 

1) Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Sjúrður H. Hoydal siga frá teimum fýra málunum hjá KÍ.

 

2) Hoyr samrøðuna Sjúrður gjørdi við tvímálsskjúttan hjá KÍ, Árna Frederiksberg sum aftur í dag meddaði eitt vakurt fríspark í málið fyri KÍ. Árni undirstrikar, at tað var týdningarmikið fyri teir at koma væl í gongd við seinnu hálvu, og hann fegnast eisini um at skora tvey mál í kvøld.

 

3) Hoyr samrøðuna Sjúrður gjørdi við høvuðsvenjaran hjá EB/Streymi, Jákup Martin Joensen sum undirstrikar, at KÍ vann ein uppibornan sigur, men teir í EB/Streymi áttu at havt vart onkur av málunum KÍ fekk á Eiði í kvøld.