FM1: Andy Robertson rósar føroyska liðnum og Skansanum

(FM1) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við skotska liðskiparan, Andy Robertson sum eisini mátti tosa um Liverpool FC

##med2##

 

Tróndur Arge fekk orðið á skotska liðskiparan, Andy Robertson aftaná hepna skotska sigurin á Tórsvølli.

 

Andy Robertson er glaður fyri sigurin og tey trý stigini, men hann viðgongur, at teir vóru hepnir at sleppa aftur til Skotlands við øllum trimum stigunum.

 

Andy Robertson gevur føroyska liðnum "kredit" fyri eitt megnar avrik, og hann heldur Skansan vera nakrar fantastiskar fjepparar sum stuðlaðu sínum liði og sungu alla tíðina.

 

Givið er, at Tróndur og Andy Robertson máttu líka venda hvussu nógvir Liverpool FC fjepparar eru í Føroyum.

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Andy Robertsson.