##med2##
AB fekk sín fyrsta sigur í Betrideildini hetta kappingarárið við 2-1 sigrinum á Skála úti í Vika á Argjum í dag.
AB-Skála 2-1 (1-1)
1-0 Marius Kryger Lindh (26.)
1-1 Poul Kallsberg (42.)
2-1 Agustin Marsico br. (65.)
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Trónd Arge siga frá teimum trimum málunum.
2) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við ein fegnan liðskipara hjá AB, Jákup Paula Breckmann sum kann fegnast um fyrsta sigurin hjá AB hetta kappingarárið.
3) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við liðskiparan og veteranin, Pætur Dam Jacobsen sum iðrar seg um tapið. Á jaligu síðuni heldur Pætur, at burtursæð frá dystinum móti KÍ hevur Skála verið væl við í dystunum, og tað hevur givið tveir javnleikir higartil.