FM1: AB-NSÍ 2-3 (0-2) - Hoyr málini og samrøður

(FM1) Hoyr sigursmálskjúttan hjá NSÍ og høvuðsvenjaran hjá AB seta orð á 3-2 sigurin hjá NSÍ á Argjum

##med2##

 

NSÍ fekk ein hart tiltrongdan 3-2 sigur á AB á Argjum aftaná fimm tap á rað í landskappingini og í steypakappingini. Tað sá út til at gerast ein tryggur sigur tá NSÍ var á odda 2-0 aftaná 16 minuttir vóru spældir, men AB hevði níggju gyltar minuttir í seinna hálvleiki har teir komu uppá javnleik 2-2 áðrenn Pætur Hentze í 87. minutti skoraði sera týðandi sigursmálið fyri NSÍ.

 

AB-NSÍ 2-3 (0-2)

 

0-1 Pætur Hentze (5.)

 

0-2 Klæmint A. Olsen (16.)

 

1-2 Bartal S. Petersen (68.)

 

2-2 Gunnar Reynslág (77.)

 

2-3 Pætur Hentze (87.) 

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

 

1) Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Trónd Arge siga frá teimum fimm málunum sum komu í dystinum úti á Argjum.

 

2) Hoyr samrøðuna Tróndur gjørdi við sigursmálskjúttin hjá NSÍ, Pætur Hentze sum stórfegnast um at gerast sigursmálskjútti, men fyrst og fremst fegnast um, at NSÍ kom á sigursslóðina aftur. 

 

3) Hoyr samrøðuna Tróndur gjørdi við høvuðsvenjaran hjá AB, Sámal Erik "Bagga" Hentze. Bagge iðrar seg um, at hansara menn ikki hildu javnleikin heim. Á jaligu síðuni kann hann fegnast um, at liðið hjá honum stríddi seg innaftur í dystin.