##med2##
1-1 javnleikurin millum NSÍ og 07 Vestur við Løkin í Runavík gagnaði 07 Vestur frægari enn NSÍ. 07 Vestur er nummar seks við 23 stigum. Teir hava tvey stig niður til NSÍ, B68 og AB, ið øll hava 21 stig.
NSÍ – 07 Vestur 1-1 (0-0)
1-0: Klæmint A. Olsen br (77.)
1-1: Mads Borchers (85.)
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr frásøgumannin, Óla G. Samuelsen og viðmerkjaran, Arnfinn Langgaard siga frá báðum málunum.
2) Hoyr samrøðuna Óli gjørdi við høvuðsvenjaran hjá NSÍ, Sámal Erik "Bagga" Hentze.
3) Hoyr samrøðuna Óli gjørdi við málskjúttan hjá 07 Vestur, Mads Borchers.
- Vit vóru tamir í fyrra hálvleiki, men tað var frægari eftir steðgin. Verjuspælið var ikki so sannførandi, tá ið teir skoraðu, men tað er ikki annað at gera enn at líta fram til næstu avbjóðing. Alt telur, og kanska verður tað stigið, sum vit í kvøld vunnu, ið fer at gera, at tað á 27. leikdegi verður soleiðis, at vit varðveita plássið í bestu deildini, sigur Sámal Erik Hentze NSÍ venjari við FM1.
- Áskoðararnir bóru okkum fram, og tað hevur alstóran týdning fyri okkum, at vit javnaðu. At fara vestur við einum stigi heldur enn ongum er øgiligur munur. Nú líta vit fram eftir, og so verður tað vónandi soleiðis, at vit ikki fara at gera so nógv persónlig mistøk, sigur 07 Vestur liðformaðurin og toppskjúttin Mads Borchers við FM1.