##med2##
Tá landskappingin er liðug verður tað bara eitt 1. deildarlið, ið ikki sleppur í vetrarferiu, og verður tað 07 Vestur, ið skal spæla fjórðingsfinalu 21. november.
Tað gjørdist veruleiki tá FC Suðuroy vitjaði á Dungasandi vesturi í Sørvági. 2. deildarliðið kom á odda longu í 7. minutti við einum máli, ið Dávid Lisberg skoraði. Eitt korter seinni gjørdi FC Suðuroy sjálvmál, og so var javnleikur 1-1.
Beint undan steðginum brendi Tór-Ingar Akselsen hjá 07 Vestur brotsspark, men í seinna hálvleiki syrgdi Gilli Samuelsen við tveimum málum fyri, at 07 Vestur vann seg víðari.
Nú vónar høvuðsvenjarin hjá 07 Vestur, Heðin Askham at fáa heimavøll í fjórðingsfinaluni.
Heðin staðfestir spennandi dagar hjá 07 Vestur, har teir í 1. deild skulu stríðast um at sleppa at flyta upp í Betrideildina, og 21. november bíðar ein stór avbjóðing í steypakappingini.











