Sunnudagin 10. apríl 2005 verður spælt um føroyameistaraskapið í borðtennis í yngru deildunum.
Kappingin fer fram í Ítróttarhøllini í Trongisvági, og kappast verður í øllum teimum yngru deildunum, til og við gentu- og dreingjadeildini.
Kappast verður bæði í einmannsleiki og tvímannsleiki.
Hendan kappingin skuldi annars eftir ætlan verið leikt í Tórshavn leygardagin 9. apríl, men av tí at luttakaratalið er sera høgt, uml. 80 leikarir og tað at umstøðurnar ikki eru so góðar í Havnini, til slíkar stórar kappingar, so valdi Borðtennissambandið heldur at flyta hesa kappingina suður til Tvøroyrar, tí har hava tey avbera góðar umstøður til at fyriskipa eina so stóra kapping.
Ístaðin so verður føroyameistaraskapið í eldru deildunum leikt í Havn, hetta verður leygardagin 16. apríl 2005.










