Tað hevur ljóðað, at Ibrahima Camara spælir við B71 komandi kappingarár. Hann hevur tó ikki verið at sæð til venjing enn, ella til venjingardystirnar hjá felagnum.
Í gjár var tó sjón fyri søgn, at fyrrverandi B36 og B68 áleyparin verður í gulu og bláu troyggjuni hjá B71. Hann vandi við fyri fyrstu ferð, tá liðið í gjár vandi. Ibrahima Camara er 25 ára gamal, og var í fjør partur av B36 liðnum, sum vann FM.
Heimasíðan hjá B71 skrivar, at tað væntandi koma fleiri tíðindi um nýggjar spælarar í næstum.