Talan er um miðvallaran, Bárður Olsen, sum eftir øllum at døma velur at skifta til AB. Hann hevur eins og Hans Jørgensen valt at skifta frá FM vinnandi HB liðnum til AB.
Bárður Olsen var partur av 26 dystum í landskappingini í ár, men mangan var leikluturin sum innskiftari ella bleiv útskiftur. Bárður Olsen, sum fyrr hevur spælt við EB/Streymi og B36, hevur eisini spælt í AB í seinnu hálvu í 2011.
Avtalan verður sum skilst skrivað undir í kvøld. Bárður Olsen er annar miðvallarin hjá HB, sum ikki heldur fram komandi kappingarár. Á ársveitsluni kom fram, at Fróði Benjaminsen ikki heldur fram.