TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 hevði við leikandi hjálparvenjaran hjá B36, Jákup á Borg, aftaná 2-2 javnleikin hjá B36 ímóti AB á heimavølli í dag.
Jákup ergrar seg um, at bert eitt stig er komið á kontuna, síðani FM-heitið kom í hús. Leikliga er liðið ov langt frá tí, sum B36 annars hevur víst gjøgnum alt árið.
B36 ætlar at vinna seinasta dystin í Fuglafirði, og koma uppum tey 60 stigini.